Skopuningurin og spanjólin í Mjørkadali

Sergio Toribrio, ið var sligin niður av ungum skopuningi seinasta leygardag, er millum handtiknu Sea Shepherd fólkini.

Sergio Toribrio, spaniumaðurin og Føroya kendasti Sea Shepherd limur, varð í dag handtikin av løgregluni.

 

Á kykmyndum frá Kringvarpi Føroya sæst, at Sergio Toribrio rennur á sandinum á Sandi og roynir at styggja hval burtur. Eina løtu seinni sæst Sergio Toribrio liggja á knæ framman fyri nøkur løgreglufólk, og tað sær út til, at maður verður handtikin. Hesum váttar Paul Watson eisini á síni Facebook-síðu.

 

Enn er óvist, hvør revsingin hjá handtiknu Sea Shepherd umboðunum verður, men tað er als ikki óhugsandi, at tey verða send av landinum. So er spurningurin, hvørja ávirkan hetta fær á sakarmálið móti unga skopuninginum, ið sló Sergio Toribio.

 

Ákærin ynskti nýtt avhoyr

Dómarin, ákærin og verjin ynsktu at avgreiða málið móti unga skopuninginum sum skjótast, av tí at Sergio Toribio skuldi av landinum aftur síðst í hesum mánaðinum. Tó vóru nøkur ting, ið ákærin ynskti fáa avgreidd, áðrenn sakarmálið kundi byrjað. Eitt av hesum var, at ákærin ynskti eitt nýtt avhoyr av Sergio Toribio, við góðkendum tulki, fyri at tryggja sær, at einki varð blivið burtur í umsetingini av frágreiðing hansara. Eisini ynskti hon eitt nýtt avhoyr av hinum umboðinum frá Sea Shepherd, sum sat í bilinum.

 

Óvist er, hvørt løgreglan hevur framt nýggj avhoyr í harðskapsmálinum. Nú situr so Sergio Toribio í varðhaldi, so nú er upplagd at ahoyra hann av nýggjum, áðrenn hann møguliga verður vístur av landinum. Tað er heldur ikki óhugsandi, at Sergio Toribio verður innkallaður sum vitni í harðskapsmálinum. Men verður hann vístur av landinum, so fær hann væntandi eisini innferðarforboð, og so kann gerast torført, at møta sum vitni í rættinum. 

 

Eitt er so vist - nú sita bæði ákærdi og spaniólin í varðhaldi í Mjørkadali.