Skopuningurin leyslatin

Týsdagin skrivaði Sosialurin um tveir brøður úr Skopun, ið høvdu barst so illa, at annar endaði í geglinum og hin á skaðastovu. Tann, ið fór í geglið, er nú leyslatin, men stendur framvegis skuldsettur

Um farna vikuskifti var aftur bardagi í Skopun. Talan var um bardaga í eini familju, har tveir brøður og eitt ella bæði foreldur eisini vóru íblandaði. Tað endaði við at báðir brøðurnir noyddust til Havnar. Annar fór á skaðastovuna og hin endaði í varðhaldinum í tríggjar dagar, eftir at hann hevði verið í grundlógarforhoyri í Føroya Rætti.

Í gjár varð hesin so leyslatin, tá varðhaldsfongslingin var av.

Bergleif Brimvík, kriminalovasti, sigur, at maðurin er leyslatin aftur, men at hann framvegis er skuldsettur fyri harðskap.

- Tað, sum nú hendir er, at málið er latið fútanum at taka støðu til, um ákæra skal reisast ella ikki. Tað er ein eitt sindur serlig støða, tá tað er inni í eini familju. Men tað verður so til fútan at taka støðu til, sigur Bergleif Brimvík.