Jóna Nicolajsen, sum í mong ár hevur virkað bæði sum venjari og leikari í B71, býr nú í Tromsø í Noregi. Fótbóltin hevur hon tó ikki gloymt, tí hon er í uppskoti til ársins kvinnuliga leikara í Tromsø umráðnum; Troms Footballkrets. Hetta skrivar heimasíðan hjá B71.
25 fólk eru í uppskoti til ársins leikarar, dómarar, venjarar. Sagt verður at tilber at atkvøða oktober mánað út. Síðani skal ein nevnd gera av, hvørji fáa heitini. Ætlar tú at geva Jónu tín atkvøðu kann tú senda ein mail til: troms.football@football.no.