Skopuningur ársins leikari í Tromsø?

Jóna Nicolajsen, sum í mong ár hevur virkað bæði sum venjari og leikari í B71, býr nú í Tromsø í Norra. Fótbóltin hevur hon tó ikki gloymt, tí hon er í uppskoti til ársins kvinnuliga leikara í Tromsø umráðnum; Troms Footballkrets

Á heimasíðuni hjá Tromsø økissambandi stendur, at higartil eru 25 fólk í uppskoti til ársins leikarar, dómarar og venjarar. Sagt verður, at til ber at atkvøða oktober mánað út. Síðani skal ein nevnd gera av, hvørji fáa heitini.

Tey, sum kundu hugsað sær at atkvøtt fyri Jónu, kunnu senda ein teldupost til: troms.football@football.no. Sí nærri inni á heimasíðuni; www.fotball.no/troms/t1.asp

Hendir tað, at Jóna gerst ársins leikari í Tromsø, verður hon fyrsti B71-ari, ið fær henda heiður uttan fyri landoddarnar.