Skopuningar keypt hús til bjargingarstøð

?Kommunan hevur keypt ein bygning frá J & K Petersen. Húsið skal brúkast til bjargingarstøð

Tilbúgving

Umstøðurnar at seta bjargingartiltøk í verk í Skopun skulu nú gerast betri.
Skopunar Kommuna hevur keypt ein vinnubygning frá J & K Petersen fyri 420.000 krónur, sum skal brúkast til tilbúgvingina í kommununi-og kanska í Sandoynni sum heild.
Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun, heldur, at Kommunan hevur gjørt eitt gott keyp.
Húsið hevur eina gólvvídd uppá einar 200 fermtetrar, umframt eitt loft sum er partvíst innrættað.
?Húsið liggur í ídnaðarøkinum, beint norðanfyri bygdina, tætt við tyrlupallin, so tað liggur væl fyri.
Tað er eisini hampiliga nýtt, bygt síðst í áttatiárunum og tað eru tvær stórar hurðar í húsinum, so at onki er í vegin fyri at koyra inn og út við stórum bilum ella amboðum.
Borgarstjórin sigur, at ætlanin er nú, at alt, sum hevur við bjarging og tilbúgving í Skopun at gera, skal flyta inn í húsið, umframt at tað eisini ber til at fáa øll amboð hjá kommununi undir tak.
Húsið er so mikið stórt, at tað er pláss fyri øllum, bæði sløkkibili, sjúkrabili og allari útgerð, sum ein slík tilbúgvingarstøð krevst.
Hann sigur, at í løtuni er eitt sløkkilið í hvørjari bygd og hann heldur, at tað kundi verið eitt hugskot at savna alla tilbúgving í Sandoynni yvirhøvur, bæði sløkkilið og sløkkiliðsútgerð, og aðra útgerð, undir sama taki.
Hann leggur afturat, at at hetta er ein spurningur, sum er borin upp á mál við aðrar kommunur í oynni, men fyribils er meiri ivasamt við undirtøkuni.
?Í øllum førum ber til at siga, at vit hava so skapt karmarnar fyri, at øll tilbúgving í Sandoynni kann samskipast á einum staði.
? Men verður tað av ongum, er hetta í -llum førum eitt hús, sum Skopunar Kommuna væl fær brúkt sjálv til ymisk endamál, tí í løtuni eru amboð og útgerð hjá kommununi ymsastaðni.
Tey eru farin so smátt at flyta í húsið, men tað skal eisini málast og hampast.

Kommunuskrivstovan byggjast út
Annars er Skopunar Kommuna farin at fyrireika seg til at kunna umsita tey málsøki, sum tosað verður um at flyta frá landinum, til kommunurnar.
Í tí sambandinum hevur bygdaráðið í Skopun eisini samtykt at byggja kommunuskrivstovuna út.
Umframt at gera hana ístand uttan, er ætlanin at gera loftið, har skal ein stórur salur vera og ein skrivstova og wc.
Tað arbeiðið skal nú bjóðast út.
Annars letur bygdaráðsformaðurin í Skopun væl at gongdini. Kommunan hevur lagt eina fíggjarætlan fyri 2002 sum javnvigar við 13 milliónum krónum og tað er áleið tað, sum skattainntøkan hjá kommununi verður mett at vera í ár. Hetta er yvir 1,5 millión meiri enn í fjør.
Harafturat hevur kommunan lækka skattaprosentið, úr 23% í fjør, niður í 22,5% í ár.
Gerhard Logneberg sigur, at verða umstøður til tess, ver´ður tað heilt vist sett longur niður næsta ár.
Barnafrádrátturin í ár er óbroyttur, 2.500 krónur.
Í Sandoynni verður ikki tosað um at leggja kommunur saman. Bygdaráðsformaðurin í Skopun er ikki talsmaður fyri samanlegging. Hann vil heldur hava samstarv við hinar kommunurnar og hann sigur, at kommunurnar í oynni samstarva um nógv ymisk mál, og tað samstarvið gongur sera væl.
?Tað liggur ein tileggjan í at tað eru fleiri kommunur í oynni. Verða tær lagdar saman, hevði tað kanska dovna eitt sindur, men fyri tað vber væl til at samstarva, sigur Gerhard Lognberg.