Skopunar kommuna skyldar Sands kommunu eina hálva millión krónur fyri kommunulæknatænastuna Skopunar kommuna skyldar eina hálva millión krónurn til Sands kommunu, sum hevur lagt út fyri allar kommunurnar gjaldið til kommunulæknatænastuna. Tað skrivar Dimmalætting.
Kommunurnar á Sandoynni hava felags læknaviðtaluhøli á Sandi, og tær gjalda ein part av útreiðslunum. Av praktiskum orsøkum leggur Sands kommuna út, og hinar kommunurnar í læknadøminum gjalda sín part til Sands kommunu. Men tað gongur illa at fáa peningin frá Skopunar kommunu, og skuldin hjá Skopunar kommunu fyri læknatænastuna er nú komin upp á hálva mió. krónur, skrivar blaðið.
Dimmalætting hevur spurt Gerhard Lognberg, borgarstjóra í Skopun um málið, men hann hevur onga viðmerking.