Skopun gongur egnar leiðir

Skopunar kommuna vil ikki longur vera partur av kunningarsamstarvinum í Sandoyar sýslu og hevur gjørt av at seta fólk í hálvtíðarstarv.

 

Hin 23. mars lýsti Skopunar kommuna á sínari Facebook-síðu eftir kunningarfólki til kommununa. Starvið er hálvtíðarstarv og viðkomandi, sum settur verður, skal sambært lýsingini byrja hin 1. mai, og skrivstovan verður í Selatraðneystinum.

Í lýsingini verður dentur lagdur á, at umsøkjarar skulu klára seg í enskum og hava kunnleika til teldu. Haraftrat skal starvsfólkið hava ábyrgd av einari kaffistovu í neystinum. Umsóknarfreistin til starvið er hin 15. apríl. 

Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopunar kommunu, váttar yvirfyri In.fo, at kommunan við hesum hevur tikið seg úr samstarvinum um felags kunningarstovu í sýsluni og nú fer at seta eitt fólk í hálvtíðarstarv at taka sær av einum kunningardiski.

Sum skilst, eru tað ymisk viðurskifti sum gera, at Skopunar kommuna nú velur at ganga sínar egnu leiðir og ikki longur vil luttaka í felags rakstrinum av einari kunningarstovu í Sandoynni, sum seinnu árini hevur havt hølir á bryggjuni í Skopun.