Skopun: Fara nú at avdúka standmynd

Várdagar eru í Skopun hetta vikuskiftið, og í allan dag verður ymiskt á skránni í bygdini.

 

Várdagar eru í Skopun hetta vikuskiftið, og her er nógv ymiskt og forvitnisligt á skrá.

Í morgun klokkan 10 var morgunmatur í Vón, og klokkan 11 lótu ymisk støð í bygdini upp. Millum tey støð, sum eru opin frá klokkan 11 í morgun, eru Ludda hús, Alexandursa hús, Gamla dansistovan, Ítrivslonin, Undirhúsið og skrivstovan hjá kommununi.

Nú klokkan 14 verður standmynd av Peter Mohr Dam avdúkað, og tá letur eisini Neystið upp.

Tað verður Fríðhild Winther, sum fer at bjóða vælkomin, og Gerhard Lognberg, borgarstjóri og Rigmor Dam, løgtingskvinna, fara at halda røður við høvið, sum verður um eina lítla løtu.

Í dag klokkan 15 letur økið við Skopunar skúla upp, og her verða hoppiborgir, spøl, grillaðar pylsur – og Bubu. Búfólk á Skerinum fara at skipa fyri loppumarknaði, og á økinum við heimið verður eisini ponyríðing.

Í tímunum frá klokkan 16 til 19 í dag verður forvitnisligt tiltak á Føroya Grótvirki, har slaktarin hjá FK í Hoyvík fer at grilla ræst lambs-og kálvakjøt.

Í kvøld verður veitsla í Samljóði, har ymisk verður á skrá, og eitt nú fer Bill Justinussen at undirhalda. Skráin fyri kvøldið endar við dansi, sum byrjar á midnátt, og her fara Georg Eystaná og onnur at spæla.

Várdagar í Skopun enda í morgin við sangmøti í Missiónshúsinum klokkan 18, og Skopunar kommuna letur heilsa og sigur, at øll eru hjartaliga komin til várdagar - og alt er ókeypis, verður lagt aftrat.