Skootarin fór til Runavíkar

Lions-Club Klaksvik hevur nú í eina tíð selt lyklar til ein skootara. Meiningin var, at tá ein tíð var farin, kundu allir keyparar royna, um teirra lykil passaði til skootaran.

Ein dag herfyri var so tann hepni vinnarin funnin. Hansara lykil passaði. Hesin heppni vinnari er - Rodmund Nielsen úr Runavík.

Sunnudagin hin 03. oktober - eftir fótbóltdystin var samkoma á Statoil, har skootarin var handaður honum.

Lions-Club vil takka Statoil fyri at hava havt skootaran standandi og søluna av lyklum.

Eisini fara vit at takka Fa. John W. Thomsen fyri skootaran.

At enda øllum tykkum sum hava stuðlað hesum tiltaki við at keypa lyklar.

Takk fyri

Lions-Club, Klaksvik

Heini Hansen