Seinastu tvær vikurnar hava verið merktar av politiskum ruðuleika, einki skilagott kemur frá teimum, sum eru sett at stýra landinum Tað skrivar Viberg Sørensen, formaður í Føroya Reiðarafelag á heimasíðu felagsins.
- Hendan støðan máar lendið undan okkara stýrisskipan, sum helst var góð, men sum gongdin nú er, stendur alt álit á okkara stýri í vanda. Er álitið farið, kann tað verða seinur dagur, áðrenn vit eru komin á kósina aftur.
- Tað, sum nú gongur fyri seg í okkara aldagamla løgtingi, er einki minni enn skomm fyri føroyska samfelagið, skrivar Viberg Sørensen.