Skomm fyri fótbóltin

Russiski Valentin Ivanov setti nýtt HM-met, tá hann sunnukvøldið rak fýra spælarar av vølli

HM 1/8-finala

Í fleiri altjóða miðlum er FIFA-forsetin, Sepp Blatter, endurgivin fyri at siga, at russin so avgjørt ikki skal døma meira við HM. Men at Ivanov heldur sjálvur skuldi fingið reyða kortið fyri sítt avrik í dystinum millum Portugal og Holland.

Fyri fótbóltin kundi tó væl verið ynskiligt, at skjútsið frá FIFA-forsetanum varð vent aðrar vegir. Eitt nú móti spælarunum hjá Hollandi og Portugal, sum snøgt sagt ikki vístu nakað av tí, sum roknað verður við av tveimum liðum, sum eru millum tey 16 bestu í heiminum.
Portugal vann dystin við einsamalla málinum, sum Maniche skeyt fyri steðgin. Men tað fara altíð at vera kortini, sum fara at standa í minninum. Ikki færri enn 16 ferðir hevði russiski dómarin kort á lofti, og fýra ferðir av hesum var talan um reytt kort. Undan hesi HM-kappingini var tað annars bara tvær ferðir komið fyri, at tríggir spælarar vóru riknir av vølli í sama dysti. Men tað metið er so tangerað tvær ferðir hesar seinastu vikurnar, og sunnudagin stóð tað so fyri falli.

Fúlar tacklingar
Og skal russiski dómarin hava ákoyringar, so má tað helst vera, tí hann var ov seinur við reyðu kortunum. Bæði Costinha og Deco hjá Portugal fingu tvær ferðir gult og harvið reytt kort. Fyri báðar var tó galdandi, at teir skulu prísa sær lukkuliga fyri, at talan bara varð um kort ta fyrru ferðina, tí talan var um tacklingar av somikið fúlum slag, at eitt sivilt rættarmál væl kundi sent teir handan rimar í nakrar vikur.

Leikbann móti Onglandi
Sum so var stóri vinnarin av dystinum kanska Ongland, sum verður mótstøðuliðið hjá Portugal í 1/4-finaluni. Í øllum førum má portugisiski landsliðsvenjarin nú seta sær ein nýggjan miðvøll saman. Costinha og Deco hava báðir verið púra fastir á sentrala miðvøllinum hjá Portugal, men við hvør sínum reyða kortið í skjáttuni sleppa teir ikki at vera partur av dystinum móti Onglandi.

Portugal-Holland 1-0 (1-0)
1-0: Costinha, 23.

Reyð kort: Costinha (POR), 45., K. Boulahrouz (HOL), 63., Deco (POR), 78., G. Van Bronckhorst (HOL), 90.