Skomm at flyta 10.flokk

Vit eru farin undir tað síðsta árið í fólkaskúlanum, sum endar við fráfaringarroynd fólkaskúlans. Tann dagliga skúlagongdin er tí eisini nakað strævnari hjá bæði lærarum og næmingum.

Eitt stórt rós til Berg og Petur fyri at teir saman við øðrum hava gjørt 10.flokk spennandi, góðan, læriríkan og fantastiskan, sum hann er.
Eg eri ein vanligur drongur, sum gangi í 10. flokki í Tórshavnar Kommunuskúla, eg haldi at tað er skomm at flyta hendan felagsskapin, sum er í 10. flokki í Kommunuskúlanum til Eysturskúlan. At allir 10. flokkar í Havnini skulu vera koyrdir saman í eina eind er nakað tvætl. Endamálið er kanska at niðurleggja 10.flokk í framtíðini? Ella at spara nakrar pengar har og so er eingin 10.flokkur.
Eg skilji ikki, hví man skal niðurleggja ein sera góðan og læruríkan máta at undirvísa 10. flokki í. Tað er eitt sera mennandi og spennandi ár, bæði hjá næmingum og ikki minst hjá lærarum og fyrisiting.
Næmingatalið veksur og veksur í Kommunuskúlanum, meðan tað minkar hjá øðrum skúlum í Havnini. Vit eru umleið 75 næmingar í 10. flokki í ár (2009/2010). Tað er met høgt ár hjá skúlanum. Tað er synd at bróta hesa uppbygging, sum fyrisiting og lærarar hava gjørt. Vit eru býtt upp í A, B og C flokkar, men eru sum ein eind tað vil siga at allir flokkar eru altíð saman.
Við tí í huga at menna 10. flokkarnar, so skulu teir ikki samanleggjast, men heldur gjørt eina eind í Eysturskúlanum og eina í Kommunuskúlanum, so kundu næmimgar úr hinum skúlunum í Tórshavnar Kommunu sjálvir avgjørt hvønn skúla teir vildu farið í.
Í Kommunuskúlanumum eru góðir karmar fyri undirvísing. Diskussiónir eru ofta uppi at venda, har ið vit viðgera spennandi evni í samband við tað sum vit hava tann dagin.
Vit hava viðrir t. d. felagsskapir, tolsemi, virðing, opinleika, erligheit og skemtingarsemi fyri hvørjum øðrum.
Dentur verður lagdur á, at næmingurin fær so nógv burturúr undirvísingini sum møguligt. Men trivnaðurin hevur minst líka nógv at siga. Undirvísingin í Kommunuskúlanum er skipað í blokkum, og tað er sera gott, tí so fær ein meira burturúr, eisini hevur skúlin í ár fyri fyrstu ferð spanskt á tímatalvuni og sum nakað heilt nýtt kunnu næmingar eisini taka Cambridge first certitficate í enskum, tann undirvísingin er í tøttum samstarvið við Fróðskaparsetrið.
Vit hava verið á seturskúla á Sandi, og var tað gott og læruríkt, har ið vit arbeiddi nógv saman í bólkum, fyri at læra hvønn annan uppaftur betri at kenna.
Tann 11. mars 2010 fara vit á námsferð til Prag í Kekkia, hetta er eisini vorðin siðvenja hjá Tórshavnar Kommunuskúla, at 10 flokkur fer hesa námsferð.
Skúlin hevur í ár sett pening av til umvæling av hølum, sum 10. flokkur skal húsast í. Tað verður nógv gjørt burtúr 10. flokki í Tórshavnar Komunuskúla. Eg haldi tað verða synd at niðurleggja hendan undirvísingar háttin og ikki minst felagsskapin. Tú kemur at læra nógv nýggj fólk at kenna og er tað sera gott.
Skal alt bara fella burtur í onki?
Vónandi verður 10. flokkur verandi í Tórshavnar Komunuskúla komandi árini.
Til síðst vil eg takka skúlanum, sum eg skjótt havi gingið í, í 10 ár fyri eitt SERA gott arbeiðið.