Herfyri gav V-Blaðið skarvin yvir eftir eina stutta roynd við at geva út lýsingarblað í hvørt hús eina ferð um vikuna. Fyri tveimum árum síðani mátti Dimmalætting geva skarvin yvir við bæði Vikublaðnum og Vinnuvitan, sum fóru á heysin. Og tað seinasta er, at Gratisávísin, sum er komin út nakrar ferðir seinasta árið - men hevur ligið í dvala eina tíð, eisini repar seglini.
Útgevarin boðar um dagarnar í telduposti frá, at blaðið ikki longur verður borið í hvørt hús, men at tað verður býtt út í ávísum handlum. Tískil verður prísurin - eins og útbreiðslan - eisini sligin í botn. (Annars er tað løgin handilsskapur hjá Effo, FK, PE og INN at bjóða eina fremmanda vøru ókeypis í einum handli, meðan tilsvarandi vøra er til sølu við vinningi).
Í Degi og Viku í gjár fekk løgmaður spurningin, hví hann ikki gjørdi nakað við at avmarka kapasitetin á flakavirkismarknaðinum. Løgmaður stó sum vera man spyrjandi, tí hvat skal hann gera? Skal hann steingja okkurt flakavirki vegna yvirkapasitet?
Sjálvandi kann løgmaður ikki gera tað. Hann kann heldur ikki steingja onkrar av privatu miðlunum - ella onkran bilhandlara ella timburhandil, tí at ov nógv eru, sum bjóða seg fram - og sum harvið missa nógvar pengar.
»Veður má sær ráða«, sigur orðatakið. Sama er við marknaðinum. Vit kundu sagt, at »marknaðurin má sær ráða«. Men tað tykir ikki, sum um føroyingar hava ta vinnulívstilvitanina, sum skal til, fyri at fáa eina skilagóða forrætning at ganga. Alt ov nógv vilja royna seg á sama avmarkaða marknaði - og køva soleiðis hvønn annan.
Privatir íleggjarar hava mist einar 40 milliónir kónur í fjølmiðlavinnuni bara í hesari øldini!
Tápuligt, kundu vit spurt... Ja - hvat er tað annað, enn tápuligt?