- Skøran - ella Achemilla mollis - blómar millum juni og september. Hon spjaðir seg allastaðni, og tí heita vit á borgararnar um at týna skøruna á egnum øki.
Tað siga tey í Runavíkar kommunu í dag, og her vísa tey eisini á, hvat kann gerast fyri at forða skøruni at spjaða seg.
- Eldri plantur, sum blóma og seta fræ, verða skornar niður. Avskurður skal í gráa posan frá IRF saman við vanligum húsarhaldsruski, soleiðis at hon fer til brenningar.
Lagt verður aftrat, at eisini ber til at grava skøruna upp og burturbeina plantuna við rót. Skøran má ikki koyrast til kompostering, tí tá spreiðir hon seg aftur við fræi.
- Tá hetta er gjørt, kann eitur koyrast á bæði tær smærru nýggju og stóru eldru planturnar, tá tær byrja at veksa við nýggjum bløðum.
Í Runavíkar kommunu siga tey, at best er, um lendið verður sátt við grasi, um tað frammanundan er eitt grasøki, sum skøran stendur í.
- Hetta heldur nýggjum fræplantum aftur við at spíra, tí grasið gevur skøruni kapping.
Í Runavíkar kommunu ynskja tey at fáa boð um, hvar garðaskøran stendur, og her vilja tey koyra eitur á, umframt at tilburðurin við skøru verður skrásettur.
- Skøran spjaðir seg við fræi. Hon køvir annan lægri vøkstur og kann við tíðini leggja stór øki undir seg, verður lagt aftrat.