"Skøra" skøra er ein plága

Aftur í summar fer Sunda kommunu í hernað móti garðsskøru.

Aftur í ár ætlar Sunda kommuna at fara í herna ímóti garðsskøruni. Skøran er í sínari tíð innfutt til Føroyar sum ein urtagarðsplanta. Hon nørist sera væl og spjaðir seg bæði við rót og fræi.

 

- Har hon veksur, køvur hon allan annan vøkstur og yvirtekur økið. Tað er tí ikki ynskiligt, at hon sleppur at spjaða seg út í okkara náttúru. Fer plantan út í hagan, kann hon spjaða seg púra ótarnað, tí seyður og stórkríatúr eta hana ikki. 

 

Í Sunda kommunu ætla tey at sproyta við eituri so skjótt sum til ber. Tað skal vera turt, og hitin skal verða omanfyri átta hitastig.

 

- Plantueiturið er ein "systemgift", sum plantan bert upptekur gjøgnum bløðini, fer so niður í rótina og drepur plantuna.

 

Lagt verður aftrat, at garðsskøran blómar vanliga í juni mánað, og ynskiligt hevði verðið at kunnað sproytað hana, áðrenn hon blomstrar og setir fræ sum spjaðist við vindinum.

 

- Men, av tí, at tað er so kalt og vátt í ár, vænta vit ikki at koma runt allastaðni, áðrenn skøran hon blomstrar. Tí vilja vit biðja borgarar um at hjálpa til við at klippa blómunar av - ikki bløðini - og burturbeina tær sum rusk, ið skal brennast, siga tey í Sunda kommunu.