Skoda Yeti frumsýndur í Genéve

Á altjóða bilaframsýningini í Genéve fyrst í hesum mánaðinum, verður ein heilt nýggjur Skoda frumsýndur. Talan er um konseptbilin Skoda Yeti, ið er rættuliga sermerktur

Yeti er eitt designstudie hjá Skoda, sum eisini er ein ábending um, hvussu Skoda bilarnir koma at síggja út í framtíðini, eins og vit sóu tað við konseptbilinum Skoda Roomster, sum varð frumsýndur í fjør.

Bilurin, sum er ein sonevndur SUV, sær rættuliga sermerktur út við t.d. takboylum ið eru bygdir inn í stólpan við for- og bakrútin, og handtakið til bakhurðina situr í hurðastólpanum.

Skoda Yeti verður drivin av øllum fýra hjólunum og skal eftir ætlan verða bæði býbilur og "off-roadari".

Enn er eingin avgerð er tikin um bilurin skal framleiðast, tað velst nokk eisini um, hvussu væl hann verður móttikin á framsýningini í Genéve.