Konseptbilurin Skoda Roomster varð fyrstu ferð sýndur fram á Frankfurt Motorshow í fjør sum ein minivan. Lidni bilurin, ið alment verður sýndur fram á altjóða bilaframsýningini í Geneve í mars 2006, skal framleiðast á eini nútímans verksmiðju í Kvasiny í Kekkia. Hetta er sama verksmiðja, sum framleiðir luksusbilin Skoda Superb.
Skoda Roomster verður ein rættuliga sermerktur bilur, sum verður bygdur ein felags Skoda/VW plattform. Designið er smart, og bilurin verður praktiskur og familjuvinarligur.
Roomster kann lættliga gerast um til vøruvogn. Innrættingin verður sera liðilig, t.d. kunnu baksetrini flytast heilar 75 cm aftur og fram. Bilurin verður stuttur og breiður, umleið 4 metrar langur og yvir 180 cm breiður.
Enn er einki upplýst um t.d. motorstøddir, teknisk data ella prísir.