Skoda Octavia Scout

Skoda Octavia stationcar fáast nú í eini Scout 4x4 útgávu, sum er hægri frá vegnum og sær út sum ein »off-roadari«.

Octavia Scout fæst við tveimum ymiskum bensin og dieselmotorum:

2.0 FSI (Bensin) við 150 hk, og 2.0 TDI PD (diesel) við 140 hk, báðir við fýra sylindarum og 6-trins girkassa. Diesel útgávan hevur sótfiltur sum standard.


Bilurin eitt framkomið 4x4 system, har drívmegin til bakhjólini verður elektroniskt aktiverað eftir koyriumstøðunum. Umframt Octavia fæst Skoda Roomster eisini í eini Scout útgávu.