Skoda Octavia RS við 200 hk

Á altjóða bilaframsýningin í Frankfurt, ið er í hesum døgum, presentarar Skoda toppmodellið í Octavia røðini, Octavia RS, við 200 hk og koyrir frá 0-100 km/t upp á 7,3 sek

Tann Skoda Octavia, sum kom á marknaðin í 1996, var fyrsti nýggi Skoda eftir at VW-konsernin hevði yvirtikið kekkisku bilverksmiðjuna. Í fjør kom so Octavia í aðru generatión, og nú verður toppmodellið Octavia RS presenterað á altjóða bilaframsýningini í Frankfurt, sum er í hesum døgum.

Skoda Octavia verður gjørdur sum hatchback við 5 hurðum og sum Combi, sum er stationcar útgávan, og tað eru hesir, sum nú eisini koma sum RS.

Octavia RS hevur 2.0 litur TFSI bensinmotor við 200 hk og einum snúningsmomenti sum 280 Nm. Toppferðin er 240 km/t, og bilurin koyrir frá 0-100 km/t upp á 7,3 sek.

Bilurin er sportsligur bæði innan og uttan við t.d. spoilarum aftan og framman, síðupanelum og alufelgum. Octavia RS verður frumsýndur við nýggja litinum "Race blue", men koma seinni í hesum litum: gult, reytt, svart og silvur. Seinni kemur eisini ein 2.0 litur TDI PD diesel útgáva við 170 hk.

Octavia RS kemur á marknaðin síðst í hesum árinum.