Tann fyrsti Skoda Octavia, sum kom í 1959, var ein modernaður sedan, sum fekst við tveimum ella fýra hurðum. Bilurin, ið hevði góðar og tryggar koyrieginleikar eftir tátíðar mátistokki, varð gjørdur til 1971.
Í sambandi við 50 ára haldið fyri Octavia fer Skoda at skipa fyri fleiri jubileumsaktivitetum í hesum árinum sum t.d. rallykoyring við ellisakførum. Tiltøkini verða bæði í heimlandinum hjá Skoda, Kekkia, og í grannalandinum, Týsklandi.
Tann Skoda Octavia vit kenna í dag hevur verið gjørdur síðan 1996 við smærri broytingum. Í dag er Skoda partur av týsku VW-konsernini.









