Alzheimerfelagið hevði aðalfund tann 25.apríl í auluni á Føroya Læraraskúla, og tá var frumsýning av leikinum "Svíkja vit Hannis". Tað vóru starvsfólk og onnur, sum framførdu sjónleikin, ið snýr seg um fólk við demenssjúkum. Sjónleikurin krevur av áskoðaranum, at hann fylgir væl við, tí hesin er eisini við til at skapa sjónleikin.
- Tey spæla fyrst leikin einaferð, og síðani spæla tey umaftur, og tá er tað, at áskoðarin kann blanda seg uppí. Hetta er jú inni á einum røktarheimi, og tað er um ein dementan mann. Og har kann áskoðarin so siga frá, hvussu tey heldur høvdu gjørt tað, og so broytist sjónleikurin, sigur Sigrun Mohr, forkvinna í Alzheimerfelagnum.
Alzheimerfelagið hevði eisini aðalfund, og bert ein limur tók ikki við afturvali. Tað var Kári Árting, men í hansara stað kom Sigborg Arge. Øll hini tóku við afturvali.
Alzheimerfelagið varð stovnað fyri trimum árum síðani undir MFB, og felagið hevur umleið 300 limir.