Áskoðaratalið fer at nærkast trý túsund

Finala um løgmanssteypið: B36 og KÍ hava ongantíð áður spælt steypafinalu

Í morgin verður tað fyrsta ferðin, at B36 og KÍ fara at spæla steypafinalu móti hvørjum øðrum í Gundadali. Liðini, sum liggja ovast á støðutalvuni, hittust ongantíð í finaluni um løgmanssteypið, sum HB í fjør vann til ognar, og øll tey árini, sum tað varð spælt um ísafjarðarbikar og ísafjarðarsúlur (frá 1955 og til 1988) vóru B36 og KÍ ongantíð í finaluni sama ár.

Undantakið var í 1967, tá B36 og KÍ hittust í finaludystinum. Tað var kortni ikki í Gundadali, men í Gøtu, har KÍ vann 6-2 og harvið fyri annað árið á rað vann greipuna (tað hevur KÍ ongantíð gjørt, hvørki fyri ella síðani).

Tað verður roknað við, at áskoðarafjøldin verður stór í Gundadali í morgin. B36 eigur eina stóra áskoðarafjøld, og ikki minst, tá talan er um ein dyst av hesum slagnum, møta nógv upp.

Men spurningurin er, um tað ikki fara at verða fleiri KÍ viðhaldsfólk í Gundadali, enn tað verða viðhaldsfólk hjá B36. Strandferðslan skipar fyri beinleiðis ferð úr Klaksvík og til Havnar, ella suður fyri Bjørg, sum tað plagar at verða nevnt. Í slíkum førum plaga tað ofta at fara einir sjey hundrað norðoyingar við Smyrli til Havnar, og tá støðan hjá KÍ í landskappingni verðu havd í huga, verður talið ikki lægri. Og afturat øllum hesum skulu leggjast allir klaksvíkingarnir, sum búgva í høvuðsstaðnum og á fastlandinum, og sum ofta eru at síggja í Gundadali, tá KÍ er annað liðið.

Oddmar Andreassen skal halda skil á inni á vøllinum. Á linjunum verða Arni Gunnarsson og Erling Eysturoy, og Bergur Magnussen verður fjórði dómari.