ÚTISETAFELAG
Todi Jónsson var mest umrøddi spælarin í Parkini sunnudagin. Hóast hann hevði skorað í tveimum av trimum teimum seinastu dystunum, so hevði FCK venjarin, Hans Backe, gjørt av, at føroyski álopsspælarin, sum er í høgum metum millum FCK viðhaldsfólkini, skuldi sita á beinkinum, tá ið uppflytararnir úr Køge vitjaðu í Parkini. FCK venjarin hevði gjørt av, at Peter Møller, sum var liðformaður, nú bæði Christian Lønstrup og Peter Nielsen vóru skaddir, og Jörgen Pettersson, sum var komin fyri seg eftir skaða, skuldu manna álopsódnirnar.
Synd er at siga at svenski landsliðsmaðurin stóð seg serliga væl, og ein partur av teimum 17.047 áskoðarunum, sum høvdu lagt vertin á kalda heystarveðrið og vóru møttir í Parkini, nýttu øll høvi at geva til kennar, at tey vildu hava Toda á vøllin í staðin fyri svenskaran.
Gestirnir vardu og Todi skoraði
Køge var ikki komið í Parkina fyri at undirhalda nógvu áskoðarunum. Teir vardu og dyrgdu eftir javnleikinum, samstundis sum teir vónaðu, at møguleikin, sum kundi geva teimum sigursmálið, skuldi stinga seg upp. Tað var um reppið, at teir í 2. hálvleiki fingu henda møguleikan, men fyri tað mesta var tað FCK, sum hevði bóltin. Teir á oddaliðnum royndu og royndu, men teir høvdu ikki hugflogið, sum skuldi til fyri at koma ígjøgnum tøttu verjuna, og tær fáu ferðirnar, sum tað eydnaðist, vóru teir ikki hepnir. Tað næsta, sum teir komu málið fyrsta tíman, var, tá ið Peter Møller sendi í stólpan.
Tá ið seinna umfarið var átjan minuttir gamalt, varð Todi Jónsson undir stórum áskoðarafagnaði settur á vøllin. Ábendingar vóru um, at tað skuldi ganga, sum tað gekk á útivølli ímóti AB næstsíðsta sunnudag. Tá endaði dysturin málleysur. Men trettan minuttir undan leikloki fekk FCK sigursmálið. Todi Jónsson fekk bóltin inn um verjuna, og hesa ferð var hann tryggur, tá ið hann í besta Michel Owen stíli setti framvið málverjanum. Og so var fagnaðurin sera stórur.
Køge spælararnir vildu vera við, at talan var um rangstøðu, og Todi er ikki heilt ósamdur við teimum:
? Eg hugdi beinanvegin út á linjuverjan, tí eg helt meg sjálvan vera rangstaddan, men linjuverjin góðkendi støðuna, sigur Todi Jónsson, sum sjálvandi fegnast um málið, og samstundis er nóg professionellur til ikki at geva nakra misnøgd til kennar fyri, at hann aftur hesa ferð var á beinkinum.
? Tað er venjarin, sum setur liðið, og vit spælarar hava einki annað í at velja enn at virða avgerðirnar, sum venjarin tekur, segði Todi Jónsson, tá ið pressan ivaleyst fiskaði eftir útsøgnini um misnøgd og harvið einari góðari yvirskrift.
Passa ikki saman
Hans Backe, FCK venjarin, varð spurdur, hví hann ikki hevði Toda Jónsson ímillum teir fyrstu ellivu, og hann royndi at greiða frá:
? Vit hava sæð, at Todi Jónsson og Zuma hava spælt væl saman í álopinum. Nú brúka vit fyri tað mesta Zuma í høgra borði. So eru Peter Møller, Todi og Jörgen Pettersson eftir til álopsplássini, og har hava vit mett, at Todi ikki riggar so væl saman við Peter Møller, sum er fyrsta val fyri tíðina. Kanska er tað tí, at teir báðir, Peter Møller og Todi, eru vinstrabeintir, sum er ein av orsøkunum til, at teir ikki tykjast hóska so væl saman, segði Hans Backe, sum kortini helt møguleikan opnan fyri, at júst teir báðir, Todi og Peter Møller, vera í álopinum, tá ið FCK komandi vikuskifti fer at spæla ímóti AaB.
Í 1999 var Hans Backe venjari, tá ið AaB vann DM. Peter Møller er eisini gamal AaB spælari.
At Todi Jónsson hevur skorað fleiri mál seinastu vikurnar, og at hann hesa ferð skoraði sigursmálið og varð nógv umrøddur, hevur ikki viknað um hansara støðu undan sáttmálasamráðingunum, sum hann skal hava við FCK um tvær vikur.
Í næstsíðstu viku segði AGF venjarin, Poul Hansen, at teir vóru áhugaðir í at knýta Toda Jónsson afturat felagnum, um Todi ikki samdist við FCK um framhaldandi samstarv. Todi spældi sum unglingur eitt skifti við AGF, og hann vil ikki heilt avvísa møguleikanum at flyta aftur til Århus. Men tað er eingin ivi um, hvar hann helst vil vera.
? Mær dámar sera væl í Keypmannahavn, og her vil eg helst vera, sigur Todi. Tað eru nógv fótbóltsfeløg í danska høvuðsstaðnum, men feløgini, sum kunnu bjóða upp á Toda eru neyvan so nógv. Umframt FCK er Brøndby ivaleyst einasti møguleikin. Men nú fáa vit at síggja.