Áskoðararnir svíkja OB

Áskoðaratølini hjá felagnum í Odense eru søguliga lág fyri tíðina.

Tað gongur ikki væl hjá danska felagnum, OB, har føroyski Jóan Símun Edmundsson spælir, at fáa áskoðarar at koma til heimadystirnar á EWII Park, sum heimavøllurin hjá teimum í Odense eitur.


Í grundini gongur tað somikið illa, at talið av áskoðarum fyri tíðina er søguliga lágt. Hetta vísir ein samanteljing, sum Benjamin Leander, ið fæst við hagtøl í donskum fótbólti, hevur gjørt.


Í fjør hevði OB ongantíð færri enn 3.000 áskoðarar, í 2015/16 ongantíð færri enn 4.000 áskoðarar, í 2013/14 ongantíð færri enn 5.500 áskoðarar og í 2008/09 ongantíð færri enn 6.500 áskoðarar.


Ákoðaratalið lækkar og lækkar, og í 6-1-sigrinum ímóti FC Helsingør sunnudagin vóru einans 2.678 áskoðarar til dyst. Hetta er tað lægsta talið, sum nakrantíð hevur verið til ein OB-heimadyst í Superliguni.


Tað lægsta talið áðrenn FC Helsingør-dystin sunnudagin var 3.285. Hetta var frá einum dysti ímóti Lyngby BK heilt afturi í 2002.


OB, sum er á fimta plássi í Superliguni, spælir í annaðkvøld kl.18.00 á útivølli ímóti FC Nordsjælland. Hesin dysturin verður vístur beinleiðis á TV3 Sport.