Áskoðararnir eru aftur við

Góðu avrikini sum føroyska landsliðið hevur sýnt seinastu nógvu dystirnar, hevur eisini havt sína ávirkan á undirtøkuna hjá áskoðarunum. Litava telist vanliga ikki millum tær tjóðir, sum draga størstu fjøldirnar til landsdyst her í Føroyum, men í gjárkvøldið vóru ikki færri enn 1.942 fólk til dystin. Har til er at siga, at hetta vóru betalandi áskoðarar, og við ókeypis atgongd til børn, var talan um helst um væl fleiri enn hesi 1.942 áskoðararnar.