Fótbóltssambandið hevur sent feløgunum boð um, at nú aftur kunnu verða áskoðarar til dystirnar í Betri deildini hjá monnum. Tað verður í fyrstu atløgu til dystirnar fríggjakvøldið, har TB spælir móti Víkingi og EB/Streymur móti ÍF.
Bolt.fo veit at siga, at talan verður um skipaði viðurskifti til hesar dystirnar. Tað hava vit eisini sæð fyrr í hesum kappingarárinum, tá áskoðararnir blivu deildir upp, og í summum førum skuldu skráseta seg.
Heilsumálaráðið boðaði í dag frá, at fjórða dagin upp í slag er ongin tilburður av koronu staðfestur á landi í Føroyum.
Dagført: 14.47
Fótbóltssambandið hevur í dag sent hetta tíðindaskrivið út:
Fyrr í hesum mánaðinum tók starvsnevndin í Fótbóltssambandi Føroya avgerð um, at fyribils skuldu allir dystir í Betri Deildini hjá monnum spælast uttan áskoðarar, umframt at allar aðrar kappingar blivu steðgaðar í eitt tíðarskeið.
Tann 22. august fór bólturin spakuliga á rull aftur, og komandi vikuskifti sleppa tey yngru eisini á vøllin aftur at spæla sínar kappingar og dystir. Lagt verður fyri fríggjadagin, tá umfar í Gentur U18 er á skránni.
Somuleiðis hevur starvsnevndin í FSF gjørt av, at frá komandi fríggjadegi, sum er tann 28. august, hava áskoðarar aftur atgongd til vallirnar kring landið. Tó er framvegis álagt feløgunum at fylgja koronavegleiðingunum, sum enn eru galdandi í samband við venjingar og dystir.
Harafturat verður heitt á øll, ið eru til dystir, um at taka atlit til koronavegleiðingarnar, og minnast til at halda frástøðu, bæði áðrenn, undir og eftir dystirnar.
Fríggjakvøldið eru tveir dystir á skránni í fremstu deildini hjá monnum. Við Stórá í Trongisvági spæla TB og Víkingur, og við Margáir í Streymnesi fær EB/Streymur vitjan av ÍF.











