Áskoðaralarmurin varð druknaður í vekingarmøti

Tað pena hevði aftur í ár ein trupulleika á Fjarðafestivalinum. Sarah Kelly fekk eina larmutta móttøku, men vendi konsertini til eitt vekingarmøti, ið vann á larminum. Ætlanin var, at Superhero skuldi spæla undir hjá Saruh Kelly, men svikaliga veðrið gjørdi, at til bar ikki hjá teimum at venja saman. Men lukkutíð er Sarah ein habilur tangentleikari, ið uttan himpr settist við eitt klaver, og trummuleikarin hjá Superhero royndi at spæla áslattur aftur við, men tað má staðfestast, at larmurin í Kelduni er drepandi fyri friðaligan tónleik. Tí var tað gleðiligt, at frásøgumaðurin Helgi Abrahamsen bað fólk um, at vera still, eftir at Sarah hevði hitað upp við einum friðarligum lagi, og hetta hjálpti rættiliga væl.

 

Sarah Kelly er ein serstakliga dámlig kvinna, og greiddi livandi frá um alt møguligt, millum annað um sína ferð til Føroyar. Hon segði seg vera sannførda um, at okkara flogskiparar eru superhetjur, ið megna at kava gjøgnum skíggini og niður á flogvøllin.

 

Røddin er sera sterk, og rungaði í rúminum í einum støðugum bardaga við sussi av fólki, ið eftir øllum at døma ikki vóru á festivali fyri at hoyra tónleik. Hetta er sjálvandi keðiligt fyri tey, sum vóru komin fyri at hoyra Saruh. Men við at fáa fólk at klappa við og syngja við fekk hon móti endanum heilt tamarhald á sussinum, og eg kundi staðfesta aftur í ár, at áskoðararnir á Fjarðafestivalinum syngja sera væl. Men samstundis tyktist markið millum konsert og vekingarmøti at vera viskað burt.