Fleiri hundrað Birmingham fjepparar fóru út á vøllin, tá Birmingham ígjár vann 2-1 á Aston Villa í Carling Cup hálvfinaluni. Har tveittu Birmingham-fjepparnir sonevnd rómaraljós, og teir róptu niðurgerandi orð eftir Aston Villa fjepparunum.
Óðir Aston Villa fjepparar byrjaðu at knúsa setur á áskoðaraplássunum, og at kasta hesi ímóti fjepparunum hjá Birmingham. Løgreglan varð noydd at fara inn á vøllin fyri at steðga ófriðinum.
Ófriðurin í Birmingham ígjár var júst tað, sum Ongland ikki hevði brúk fyri. Tí seinnapartin í dag fellur avgerðin um, hvør vinnur rættin at hýsa HM-endaspælinum í 2018.
Venjarin hjá Birmingham, Alex McLeish er sera vónbrotin: - Fjepparar eiga ikki at koma út á vøllin, hetta gjørdi sigurin hjá okkum beiskan, sigur hann við bretska blaðið The Telegraph.
Men hann heldur ikki, at hendingin fer at oyðileggja møguleikan hjá Onglandi at fáa HM-vertsskapin í 2018: - Eg eri vísur í, at tað er longu avgjørt hvør verður HM-vertur í 2018. Lat okkum vóna, at Ongland vinnur ta kappingina, tí tað hevur Ongland uppiborið. Men tað sær sjálvandi ikki gott út, tá fjepparar tysja út á vøllin, og sýna slíkan vánaligan atburð. Slíkur atburður minnir um ta myrku miðøldina, slær Alex McLeish fast.
Umleið klokkan fýra seinnapartin fer altjóða fótbóltssamgongan, FIFA at kunngera hvat land fer at hýsa HM-endaspælinum í 2018.