Seinnapartin í gjár koyrdu bilarnir í land av Norrönu, og eigararnir kundu rættiliga skoða skaðarnar, bilar teirra hava fingið Fólk hava verið ógvuliga positiv í sambandi við hendingina umborð á Norrönu í vikuni, tá ódnarveður førdi til, at kaos bleiv á bildekkinum og skipið fekk hol á síðuna.
Norröna kom á Havnina um 9.30-tíðina og um døgurðaleitið sluppu fólk í land. Nakað seinni út á seinnapartin kundu bileigarar so smátt byrja at koyra sínar bilar í land, tað vil siga teir, sum kundu koyra.
Enn hava vit ikki fingið upplýst nágreiniliga talið av bilum, sum hava fingið skaða, men teir eru nógvir. Kortini tykjast fólk ikki serliga fortørnað um tað. Onkur, sum Portalurin hevur tosað við, sigur, at »hetta er bara materiellur skaði, og hann kann bøtast aftur«.
Leiðslan á Smyril Line hevði fund við ferðafólkið fyrrapartin í gjár har millum annað var greitt frá tryggingarviðurskiftunum og hvussu bileigarar, sum høvdu fingið skaða á bilarnar, skuldu fyrihalda seg.