Skjúttarnir eru komnir á lagið

Felags fyri Víking og EB/Streym er, at tey seinast vunnu sannførandi, og at toppskjúttarnir gjørdu um seg

Arnbjørn Hansen og EB/Streymur funnu sunnudagin stevið. Hóast tað er langt fram í oddin, so hava teir í Sundalagnum ikki avskrivað møguleikan fyri, at tað enn eina ferð skal eydnast teimum at lyfta seg so mikið, at teir verða við í kappingini um meistaraheitið, og at tað harvið ikki bara vera feløgini í Gundadali, sum fara at stríðast um gullið.

Eftir 5-0 á heimavølli ímóti AB var hetta niðurstøðan hjá liðformanninum Gert Hansen:

-Tað eru átta stig fram til B36. Tað er nógv, men kappingin er framvegis ung, og tað er ikki ómøguligt.

 

 

Nú fær EB/Streymur vitjan av Víkingi og Finni Justinussen, sum loksins funnu stevið, tá ið tað eydnaðist at vinna sannførandi heimasigur á NSÍ:

-Tað ræður um at fáa gongd á. Hesa ferð eydnaðist tað, og hetta er gott grundarlag at fara norður til Streymnesar at spæla torføra útidystin ímóti EB/Streymi, segði Finnur Justinussen.

Hjá EB/Streymi er Arnar Dam langtíðarskaddur, og hjá Víkingi er Dánjal Pauli Lervig langtíðarskaddur.