Skjóttgangandi SS-bátur ávegis

Sea Shepherd sendir nú skjóttgangandi "Spitfire" til Føroya

Á Facebook-vangamyndini hjá Sea Shepherd, har tey gera nógv burturúr sonevndu "Operation Grindstop", verður sagt, at tey nú senda enn ein bát til Føroya.

Talan er um Spitfire, sum er ein skjóttgangandi gummibátur, og sum altso legst afturat flotanum, sum Sea Shepherd longu hevur í Føroyum.