Skjótt verða 50 mans til arbeiðis í Marknagili

Nú er rættilig gongd komin á arbeiðið at byggja Skúladepilin í Marknagili

Gongd er nú rættiliga komin á arbeiðið at byggja stórfingna skúladepilin í Marknagili, sum er Føroya størsta byggiætlan nakrantíð.

 

Skúladepilin skal hýsa teimum trimum miðnámsskúlunum í Havn, Studentaskúlanum, Handilsskúlanum og Tekniska Skúla. Nýggi skúlin fær eina leiðslu og skal eftir ætlan vera liðugur á tá ið skúlarnir byrja aftur eftur summarsteðgin í 2016.

 

Nú eru tey fyrstu betongelementini sett upp og so hvørt tey fara uppeftir, fer eisini meiri at síggjast til byggingina.

 

Seinastu tíðina hava einir 30 mans verið í gongd á plássinum, og nú hol av álvara er sett á arbeiðið við betong og stáli, verður talið av arbeiðsfólki nærum tvífaldað.

Landsverk sigur á heimasíðuni, at í summar verður arbeiðsfólkið eini 50 í tali.

 

Landsverk sigur frá TG verk, at tað hevur gingið væl at fáa arbeiðsfólk og hópurin er av føroyingum og íslendingum er at kalla javnt stórur.