Nýggi skúlin, sum býráðið í Fuglafjarðar kommunu í 2016 samtykti at lata byggja, er nú komin so mikið væl áleiðis, at arbeiðið innandura varð avhendað í dag.
- Talan er um innanduraarbeiðið, ið Elcon, SMJ og MT Højgaard hava staðið fyri. Nú innanduraarbeiðið er handað kommununi, verður bygningurin gjøgnumgingin og seinastu manglarnir verða gjørdir.
Tað siga tey í Fuglafjarðar kommunu í dag.
Tað næsta, sum hendir, er, at skipanir verða tillagaðar, skúlin verður reingjørdur, og innbúgv og útgerð verða gjørd klár, so skúlin kann takast í brúk fyrst í komandi ári.
Í Fuglafjarðar kommunu vísa tey á, at enn vantar nakað av arbeiði uttandura, men nógv verður lagt fyri at fáa arbeiðið liðugt fyrst í komandi ári.
- Tá barnaskúlin er liðugur, verður farið í holt við 2. byggistig, sum fevnir um 1964-skúlan, ið skal dagførast, bæði innan og uttan.
Lagt verður aftrat, at ein ætlan fyriliggur, hvussu 2. byggstig verður gjørt, og tað verður Fuglafjarðar kommunu, sum stendur fyri verkætlanini til skúlasamstarvið Framvit.
- Høvi verður hjá almenninginum at vitja nýggja barnaskúlan fyrst í komandi ári, tá hátíðarhald og vígsla verða. Nærri kunning um hátíðarhaldið kemur seinni, siga tey í Fuglafjarðar kommunu í dag.











