Líka síðani at Tórshavnar kommuna kunngjørdi ætlanir um at útbyggja havnarlagið, hevur nógv rumbul verið um ætlanina frá fólki, ið eru harðliga móti henni. Serliga eru fólk hørm um, at nýggja havnin fer at oyðileggja útsýnið yvir Nólsoyarfjørð og økið kring Skansan.
Aftaná nógvur atfinningarnar og viðmerkingar frá friðingarnevndum samtykti Tórshavnar kommuna at gera eina minni verkætlan, ið tó er ein munandi útbygging.
Í samrøðu við Rás2 í dag, greiddi Sjúrður Olsen, formaður í býar- og bygginevndini hjá Tórshavnar kommunu, frá verkætlanini.
- Vit hava akkurát bjóða alt út, og tað eru seks entreprenørar, ið fara at bjóða upp á tað. Eg haldi, at tað er 22. mars, at tilboðini koma inn aftur, og so taka vit støðu tá, hvat vit gera frameftir, sigur Sjúrður Olsen við Rás2.
Spurdur um nær verkætlanin kann fara í gongd, sigur býráðslimurin at í prinsippinum, so kann hon byrja longu um tríggjar vikur.
- Tað kemur annað uppá, hvussu skjótt vit arbeiða aftaná 22. mars. Tá kunnu vit faktiskt seta tað í gongd beinanvegin.
Verkætlanin fer væntandi at kosta eitt stað millum 350 og 400 milliónir, og fer væntandi at taka 2,5 ár.
Til ber at hoyra alla samrøðuna við Sjúrða Olsen við at trýsta á pílin undir myndini.