Skjótari fartelefonnet norðanfyri

4G LTE netið hjá  Føroya Tele verður sett til í Norðoyggjum og Eysturoynni í dag. Hetta fer at veita teimum munandi skjótari og betri fartelefonsamband í økinum. 

- Besta netið í heiminum sigst vera í Singapore, og nú eru vit í ferð við at yvirhála tað, sigur Jan Ziskasen, stjóri í Føroya Tele við Norðlýsið. Umframt at netið verður betri, verður dekningurin eisini betri.

 

 

- Í dag nýta fólk nógv meira internetið á fartelefonini og við millum annað teimum sosialu miðlunum eru fólk í dag enn meiri tengd at internetinum og seta alsamt hægri krøv til ferð og góðsku. Tað er júst hesum tørvinum vit ganga á møti, sigur hann, sum samstundis lovar, at prísurin ikki verður hækkaður í hesum sambandi.