Skjótari at koyra

Nýggja linjuføringin hjá Eysturoyartunlinum førir tunnilin nærri Havnini og nærri Runavík, so koyritíðin verður styttri.

Linjuføringin í Eysturoyartunlinum er nú broytt. Nýggja linjuføringin av undirsjóvartunlinum hevur við sær, at tunnilin verður góðan hálvan kilometur styttri enn eftir gomlu linjuføringini.

 

Sambært nýggju linjuføringini kemur tunnilin upp á Streymoynni nærindis Hvítanesi, og ikki við Sund, sum upprunaliga ætlað. Harumframt fer hann at koma upp á Rókalandinum, og kki við Toftavatn á Eysturoynni.

 

Ein onnur broyting er, at rundkoyringin verður undir vestara armi á Skálafjørðinum og ikki undir sjónum.

 

Í løtuni verður borað á Kaldbaksnesi og tá tað er liðugt, verður farið undir at gera boringar í Kirkjubø. So nú kann sigast, at ferð veruliga er komin á byggingina.

- Vit kunnu siga, at vit fylgja tíðarætlanini, sum er løgd, sigur Bergur Poulsen, formaður í nevndini í almenna tunnilspartafelagnum.

 

Les nógv meiri um Eysturoyartunnilin í vikuskiftissosialinum.