Skjóta fyrsta skotið til fyrsta tunnil í Havn

Tað gongur framá við arbeiðinum at gera innkomuvegin til Havnar.

Tað er byggifyritøkan ArtiCon, sum hevur arbeiði um hendi, bæði arbeiðið at gera vegin og at gera tunnilin undir Húsareyn, Húsareynstunnilin.

Seinastu tíðini hava teir arbeitt við at gera tunnilsmunnan kláran í norðara enda, sum er við Villingadalsvegin. Ella rættari, tunnilsmunnin norðan fyri verður undir Villingadalsvegnum. Vegurin er grivin av og lagdur í ein boga, meðan arbeitt verður við tunnilsmunnan. Tá arbeiðið er liðugt, verður Villingadalsvegurin lagdur upp á pláss aftur, og tá verður vegurin oman á sjálvum tunnilsmunnanum.

Við Dimmalætting í vikuni segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at fyrsta skotið til tunnilin verður skotið í komandi viku.

Sunnari tunnilsmunnin vegur við ríðibreytina í Marknagili vestan fyri Hotel Føroyar, og tunnilin verður 1800 metrar.

Grótið, sum kemur úr tunlinum, verður brúkt til innkomuvegin.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##