Skjóta eftir fólki

.

Politiið í Havn hevur tosað álvarsligar við nakrar ungar dreingir, sum hava skotið við plastkúlum eftir fólki, og luftbyrsurnar eru tiknar frá dreingjunum. Politiið hevur eisini tosað við foreldur, sum hava lovað at gjørt sítt til, at børn teirra gevast við hesum vandamikla spæli.

Trupulleikin er, at luftbyrsurar kunnu keypast í handlunum. Tosað hevur eisini verið við handlarnar, sum selja byrsurnar, og handlarnir hava lovað ikki at selja til ung undir 18 ár. Meira kann handilin ikki gera, so leingin sum byrsurnar eru at fáa.