Løgtingsnevndin skal eisini meta um:
a)Hví danska stjórnin gekk ímóti einmæltari løgtingssamtykt um eina dómarakanning?
b)Hvør hevur ábyrgdina av Føroyabólkinum og áheitanini til Fíggjareftirlitið?
c)Hvør var orsøkin til at virðini á sethúsum vórðu sett niður?
d)Hvør hevur ábyrgdina av, at Frank Jensen, løgmálaráðharri sigur eitt og løgmaður nakað annað í sambandi við gegnið hjá Michael Rekling?
e)Hvør hevur ábyrgdina av, at IMF varð koblað frá sum ráðgevi í búskaparligum spurningum, eftir at Poul Nyrup Rasmussen hevði tikið við sum forsætisráðharri?
f)Hvør var osøkin til at Fossbankin varð koyrdur av knóranum?
Tað má metast at hava stóran týdning fyri føroyska samfelagið, at úrslitið hjá bankakanningarnevndini fær skjóta politiska viðgerð, og at niðurstøða verður gjørd, sum føroyskir myndugleikar kunnu halda seg til.
Lasse Klein, form.
í tingbólki KrF?s










