Myndirnar eigur Arktisk Kommando.

Skjót hjálp til fólk á ferðamannaskipum

- Hetta er fjórðu ferð í ein mánað, at Arktisk Kommando flytir ferðafólk av ferðamannaskipum í grønlendskum sjógvi, tí mett hevur verið, at ferðafólkini eiga at koma undir læknahond.

Myndirnar eigur Arktisk Kommando.

Eitt ferðamannaskip úr Niðurlondum, sum kallast Zuiderdam, noyddist mánadagin at biðja um hjálp, tá eitt ferðafólk umborð í skipinum fekk brúk fyri læknahjálp.

 

Skipið var tá statt í Prins Kristianssundi í Grønlandi - ella innanfyri Kappan. Tyrla av sjóverjuskipinum, Vædderen, kom eftir ferðafólkinum, sum varð flutt á sjúkrahús í Qaqortoq.

 

Sambært Arktisk Kommando var hetta fjórðu ferð í ein mánaða, at neyðugt hevur verið at farið út á ferðamannaskip eftir ferðafólki, sum fingu trupulleikar við heilsuni.

 

Sermitsiaq veit at siga, at tá boð vóru eftir hjálp um 12-tíðina henda dagin, var Vædderen, sum var nærmastur skipinum, var staddur 120 fjórðingar frá Zuiderdam.

 

Neyðugt var hjá Vædderen at sigla móti Qaqortoq og út úr tokuni, sum var á leiðini, áðrenn Seahawk-tyrlan kundi fara av skipinum og móti niðurlendska ferðamannaskipinum.

 

Tað upplýsir samskiftisleiðarin hjá Arktisk Kommando, Camilla Schouw Broholm. Hon sigur, at tyrlan hevði lækna við sær út á skipið, og ferðafólkið varð flutt á sjúkrahús í Qaqortoq.

 

Camilla Schouw Broholm sigur, at átakið tilsamans tók umleið fýra tímar, til tyrlan varð aftur á dekkinum á Vædderen.

 

##med2##

 

- Hetta er fjórðu ferð í ein mánað, at Arktisk Kommando flytir ferðafólk av ferðamannaskipum í grønlendskum sjógvi, tí mett hevur verið, at ferðafólkini eiga at koma undir læknahond, sigur samskiftisleiðarin.

 

Meira um hetta kann lesast á heimasíðuni - www.sermitsiaq.ag

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Myndirnar eigur Arktisk Kommando.