Indiski sendiharrin í Sameindu Arabisku Emiratunum hitti í dag ein av manningini á tí indiska fiskiskipinum, sum eitt amerikanskt herskip skjeyt eftir í Persaflógva seinnapartin í gjár. Aftaná greiddi sendiharrin frá, at hann hevði fingið at vita frá fiskimanninum, at teir fingu onga ávaring, áðrenn herskipið brádliga byrjaði at skjóta.
Frásøgnin hjá tí indiska fiskimanninum samsvarar ikki við tað, sum amerikanski herflotin í Persaflógva sigur. Haðani verður sagt, at herskipið ávaraði fiskiskipið fleiri ferðir, men tá tað ikki lætst um vón, skjeyt herskipið eftir tí.
Ein indiskur fiskimaður doyði, og tríggir vórðu særdir.