Skjeyt til máls í Havn

Um 17-tíðina í gjár fekk løgreglan í Havn fráboðan um ein ávirkaðan mann, sum gekk við løddum luftrevolvara uttarlaga við Landavegin í Havn. Sambært løgregluni hótti hann kortini hvørki fólk ella bilar, men hevur helst siktað meiri ímóti skeltum og tílíkum.

Løgreglan var skjót á staðið, og verður ávirkaði maðurin nú skuldsettur fyri brot á politiviðtøkuna.