Irakski bóndin Ali Abid Minqash gjørdist kendur um allan heimin, tá irakska sjónvarpið vísti myndir av honum og einari amerikanskari tyrlu, sum bóndin sambært sjónvarpinum hevði skotið niður við einari gamlari byrsu. Bóndin varð róstur sum hetja og sum ímyndin av irakskum stríðsvilja.
Men søgan var íspunnin. Tað var rætt, at tann amerikanska tyrlan var skotin niður, men tað var ikki bóndin, sum hevði rakt hana. Við eitt kuwaitiskt blað sigur Ali Abid Minqash, at tá hann kom fram á tyrluna, boðaði hann skrivstovuni hjá Bath-flokkinum frá tí, sum hann hevði sæð. Nakrir menn komu við honum og søgdu honum, at hetta var ein amerikansk Apache-tyrla.
-Teir bóðu meg siga, at tað var eg, sum hevði skotið tylruna niður við mínari gomlu byrsu, sigur bóndin við kuwaitiska blaðið.