Skjeyt børnini og so seg sjálvan

Í Finnlandi eru fólk skelkað av hendingini í býnum Påmark har suðuri í landinum, har ein pápi og trý børn vórðu funnin deyð í gjárkvøldið. Løgreglan er nú komin til ta niðurstøðu, at maðurin skjeyt børnini og síðani seg sjálvan. Men løgreglan leggur tó afturat, at allir møguleikar verða kannaðir.

Løgreglan sigur, at mamman og og tað yngsta barnið vóru og vitjaðu skyldfólk. Tá hon kom til hús, fann hon pápan og tey trý børnini deyð.

Finsku fjølmiðlarnir siga, at løgreglan veit ikki, hví maðurin skal hava skotið børnini, tríggjar gentur í aldrinum trý til fimm ár. Kanningarnar halda fram, og løgreglan skal avhoyra fleiri vitni og mammuna.