Skjálvtin merktist væl á gøtuni í Mexico City

Skjálvti upp á 7,6 í Kyrrahavinum merkist í Mexico

Vandi er fyri flóðaldu, upplýsir amerikanska flóðaldu-ávaringarskipanin USGS.

 

Skjálvtin merktist væl á gøtuni í Mexico City

Ein ógvusligur jarðskjálvti við eini megi upp á 7,6 er skrásettur í Kyrrahavinum út fyri landspartin La Placita de Morelos í Mexico.

Vandi er fyri eini flóðaldu, upplýsir amerikanska flóðaldu ávaringarskipanin sambært tíðindastovuni Reuters.

Í USA sigur USGS, at skjálvtin hevði eina megi upp á 7,6, meðan jarðfrøðingar í Mexico tosa um eina megi upp á 7,4.

Bygningar ristu undir skjálvtanum í Mexico City.

Miðdepilin í skjálvtanum var 41 kilometrar í ein landnyrðing úr La Placita de Morelos á kyrrahavsstrondini í Mexico, skrivar tíðindastovan AFP.

Skjálvtin var á ársdegnum fyri tveir aðrar skjálvtar í landsins søgu – í 1985 og í 2017.

Flóðaldu ávaringarskipanin ávarar um, at vandi er fyri flóðaldu nærindis Michoacán-strondini.

/ritzau/Reuters

 

 

Skjálvtin merktist væl á gøtuni í Mexico City