Tá ið íslendska løgreglan rannsakaði trolaran Polar Nanoq, var eitthvørt dokument hjá Birnu Brjánsdóttir funnið í einum ruskílati umborð á trolaranum.
Tað skriva fleiri íslendskir miðlar í morgun. Løgreglan ikki hevur váttað hesi tíðindi.
Tveir mans, sum sigldu við Polar Nanoq, sita í varðhaldi skuldsettir fyri at hava við deyðan hjá 20 ára gomlu íslendsku kvinnuna at gera.
Fréttablaðið sigur seg vita, at annar av skuldsettu monnunum tíðliga leygarmorgunin 14. januar fór avstað við reyða Kia bilinum av Hafnarfjarðarhøfn, har Polar Nanoq lá við bryggju, og koyrdi umleið 300 kilometrar á ferðini. Biologiskar kanningar hava víst, at Birna Brjánsdóttir hevur verið í hesum bili. Hin skuldsetti maðurin var tá umborð á Polar Nanoq. Hetta var sama morgun, sum Birna Brjánsdóttir hvarv.
Teir báðir handtiknu menninir skulu avhoyrast aftur í dag. Menninir nokta seg sekar í skuldsetingini.