- Vit hava ikki brotið nakað lyfti til landsstýrið. Hinvegin eru tað landspolitikararnir sjálvir, sum tvinga okkum í hesa støðuna.
Heðin Mortensen er borgarstjóri í Havn og hann hevur rættiliga staðið fyri skotum seinastu dagarnar. Síðani hann legði uppskot fyri Tórshavnar Býráð um fíggjarætlanina fyri næsta ár, hava atfinningar frá landsins hægstu monnum heglað niðuryvir býráðið í Havn.
Eftir uppskotinum skulu íløgurnar økjast 101 millión upp í 256 milliónir og rakstrarútreiðslurnar økjast góðar 50 milliónir, upp í 485 milliónir.
Hetta er stór øking afturímóti í ár og bæði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og í innlendismálum siga, at hetta er brot á semju millum landsstýrið og kommunurnar, sum hevði til endamáls, at tálma búskapin. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur beinleiðis kallað hetta ábyrgdarloysi og vil hava landsstýrið upp í.
Sletta vatn á gás
Men atfinningarnar eru sum at sleppa vatn á gás, tí Heðin Mortensen vísir bæði staðiliga aftur at hann er ábyrgdarleysur og at hann hevur brotið eina avtalu.
Tvørturímóti eru tað landspolitikararnir sjálvir, sum hava skyldina av, at Tórshavnar Býráð má brúka so nógvar pengar.
- Tað eru landsstýrið og løgtingið sjálvi, sum hava lagt støðið í samfelagnum, sigur borgarstjórin.
Hann sipar til, at løgtingið og landsstýrið hava lagt so stóra ábyrgd yvir á kommunurnar, at skulu tað slepst ikki undan at brúka nógvan pening, skulu krøvini gangast á møti.
Annars sigur, at hann at av íløgunum eru 150 milliónir sett av til arbeiði, sum longu eru farin ígongd og bara 100 milliónir eru nýíløgur.
Hann nevnir nøkur dømi:
- Tað verða eisini stór krøv sett til skúlabygningar, til serhøli, matstovu og ymiskt annað og tað ger skúlarnar øgiliga dýrar. Bara skúlin í Hoyvík kostar 150 milliónir krónur
- Áðrenn 2010 skulu allar Føroyar liggja í kloakk og bara hetta kostar Tórshavnar Kommunu 80 milliónir.
Tað slepst heldur ikki undan at gera innkoyringarvegirnir til Havnar, serliga nú ferðasambandi batnar við undirsjóvartunlum. Vit skulu hava nýggjan Glyvursveg fyri at bøta um ferðsluviðurskiftini í samband við bygging á Argjum og úteftir. Harafturat skulu vit hava nýtt tyrvingarpláss og bara kravið um at øll skulu hava reint vatn, kostar Tórshavnar Kommunu einar 100 milliónir.
- Men vit skulu heldur ikki gloyma eldraøkið, sum er eitt mál, sum landið hevur forsømt upp á tað grovasta í nógv ár, men her noyðast kommunurnar nú sjálvar at taka um endan, hóast talan er um landsmál.
Sostatt tvíheldur borgarstjórin um, at tað mesta, sum Tórshavnar Kommuna byggir út, slíkt, sum landið at kalla hevur álagt okkum við lóg og tí heldur hann, at tað er hugstoytt at standa modell til ákoyringar frá landspolitikarum “afturfyri at vísa ábyrgd og lýða landsins lógir og fyri at nøkta tørvin, sum borgarin setir”.
Heðin Mortensen sigur, at allar hesar útbyggingarnar eru neyðugar fyri at framtíðartryggja vegir, skúlar og aðrar tænastur til borgaran langt fram í tíðina.
- Vit verða hunddálkað fyri at geva skúlabørnum barakkir at vera í, men tá ið vit so loysa tann trupulleikan, verða vit kallað ábyrgdarleys.
Hann vísir eisini á, at Tórshavnar Kommuna heldur seg væl og virðiliga innanfyri kommunulógina og er skuldarfrí.
- Tí skal ongin í landsstýrinum steðgja okkara útbyggingum, staðfestir Heðin Mortensen.
Ikki brotið nakra avtalu
Annars hava bæði Magna Laksáfoss og Jacob Vestergaard sipað til eina semju við kommunurnar um at tálma kommunalu útreiðslunum, men at tit í Tórshavnar Býráð hava brotið hesa semjuna.
Men eisini hesum vísir borgarstjórin í Havn aftur.
Hann ásannar, at samband hevur verið ímillum landsstýrið og kommunurnar um útreiðslukarmin næsta ár.
Men eftir hansara tykki, heldur hann ikki, at kommunurnar hava bundið seg til nakað.
- Í hesum sambandi boðaði Magni Laksáfoss frá, at kommunurnar kunnu sleppa at hækka fíggjarætlanirnar næsta ár 5%, góðtaka tær samstundis, at mvg afturberingina verður skerd úr 75% niður í 33% og at ein kommunal útjavningarskipan verður sett í verk.
- Vit boðaðu heilt greitt frá, at tað góðtóku vit ikki.
- Men tað næsta, vit frætta er, at ætlanin er at taka alla mvg afturberingina aftur og tí halda vit ikki, at talan er um nakra semju sum so, sigur borgarstjórin í Havn.
Men hvussu ber tað so til, at bæði Magni Laksáfoss og Jacob Vestergaard sita við eini fatan av, at ein semja er millum landsstýrið og kommunurnar?
- Tað var ein einvegis fráboðan frá Magna Laksáfoss. Tað einasta, vit avtalaðu, var at kunna hvønn annan, men hann helt ikki tað avtaluna, tá ið hann mælir til at skerja mvg afturberingina, sigur Heðin Mortensen.










