Skjótur vøkstur

Tað var í mars mánaði í 2000, at Kaupthing byrjaði sítt virksemi í Føroyum. Upprunaliga var tað virðisbrævamekling, sum var høvuðsvirksemi felagsins, men nú fýra ár eru liðin, er skjótt at staðfesta, at útboðið av tænastum er nógv økt síðani tað.
Í dag fevnir virksemið um virðisbrævamekling, ognarrøkt, vinnutænastu, ráðgeving og nú eisini lánveiting.
Hartil er felagið ein av partaeigarunum í framtaksfelagnum, Notio, sum Kaupthing eisini umsitur, eins og felagið saman við øðrum eigur P/F Fastogn, sum millum annað eigur bygningarnar hjá SMS og Handilskjarnanum.
Hartil hevur Kaupthing eisini átt sín part í framhaldandi tilgongdini av einum føroyskum virðisbrævamarknaði, so ikki kann sigast annað, at enn virksemið er vorðið nakað væl meira víttfevnandi enn »bara« tað at keypa og selja virðisbrøv.