Jupiter mynstraði í Florø í Noregi mánadagin, og í gjár vóru teir aftur inni og landaðu. Hesaferð var Jupiter í Selje og landaði makrel, sum teir høvdu fingið í ES-sjógvi á einum stigi eystur og 61 norður.
Makrelurin var heldur smærri enn seinasta túr og vigaði umleið 410 gram í meðal. Prísurin fyri smáan makrel er eitt sindur lægri enn fyri stóran makrel, skrivar reiðaríið á heimasíðuni.