Skjótur deyðadómur

Bara 14 dagar eftir at teir myrdu eina bretska kvinnu, eru tveir teilendskir fiskimenn dømdir til deyða fyri morðið.

Fyri tíggju døgum síðani tók teilendska løgreglan tveir ungar fiskimenn og skuldsetti teir fyri at hava beint fyri bretsku kvinnuni Katherine Horton sjálvan nýggjársdag.

Kanningar vístu, at tann 21 ára gamla kvinnan var vorðin neyðtikin og síðani myrd, og teir báðir menninir viðgingu, at tað vóru teir, sum høvdu framt brotsverkið. Í gjár vórðu teir dømdir til deyða.

Tað hevur vakt ans, at teilendsku myndugleikarnir hava borið so skjótt at í hesum málinum, og summi vilja vera við, at myndugleikarnir royna at vísa, hvat hendir teimum, sum gera seg inn á fremmand ferðafólk. Ferðavinnan hevur alstóran týdning fyri teilendska búskapin, og dagarnar eftir morðið vildu fjølmiðlar vera við, at slíkir tilburðir kunnu fáa ferðafólk at fara aðrastaðni.

Teilendski forsetin, Thaksin Shinawatra, kravdi beinanvegin, at teir báðir menninir skuldu dømast til deyða, men mamma Katherine Horton bað rættin døma teir lívlangt fongsul.

Katherine Horton varð jarðað í heimbygdini uttan fyri Cardiff í Wales fyrradagin.